Vælkomin til upptøkusíðuna hjá Fróðskaparsetri Føroya

Til ber at søkja um upptøku til bachelorútbúgvingar gjøgnum hesa skipan. Til masterútbúgvingar og hjánám finst umsóknarblað á www.setur.fo

Gev gætur, at tá tú fyllir út umsóknina um upptøku á Fróðskaparsetri Føroya, hevur tú skyldu til – ikki bara at upplýsa, men eisini at skjalprógva nógvar upplýsingar um teg sjálva/n.

Fyri at tað gera so einfalt fyri teg sum gjørligt at fylla út talgilda umsóknarblaðið, er mannagongdin soleiðis, at tú fyllir umsóknarblaðið út í stigum. Í fleiri av hesum stigum verður tú biðin um at viðfesta skjalprógv í teldutøkum líki. Fílusløgini, sum kunnu góðtakast, eru hesi: PDF, JPG og PNG, og fílur kunnu ikki vera størri enn 5MB.

GG! Um tú ikki viðfestir talgilt skjalprógv, fært tú ikki hildið fram til næsta stig. Tí er tað sera umráðandi, at tú hevur øll tey kravdu skjalprógvini klár, áðrenn tú byrjar at fylla umsóknarblaðið út.

Í teimum førum har tú verður biðin um skjalprógv, men ikki fært viðfest prógv, tí tað av onkrari orsøk ikki er atkomandi, mást tú kortini viðfesta skjal, ið ber prógv um, at upplýsingar tínar eru rættar – so sum skjal við undirskrift og/ella stempli frá lærustovni, arbeiðsgevara, vitnum ella annað.

Til kvotu 1 umsøkjarar eru tað hesi skjalprógv, ið tú skalt hava tøk í teldutøkum líki:
  • Føroyskt ella norðurlendskt gymnasialt miðnámsskúlaprógv (so sum student, HF, HHX, HTx, HIF ella annað – sí leiðbeining )

Til kvotu 2 umsøkjarar eru tað hesi skjalprógv, ið tú skalt hava klár í teldutøkum líki:
  • Gymnasialt miðnámsskúlaprógv (sí leiðbeining )
  • Aðrar útbúgvingar
  • Onnur prógv (skeið o.a.)
  • Starvsroyndir
  • Háskúlaprógv
  • Longri steðgir uttanlands
  • Aðrir førleikar
  • Grundgivin umsókn (frágreiðing um teg sjálva/n, tína lívsleið og tína ætlan við at taka útbúgvingina, tú søkir)
Fróðskaparsetur Føroya ynskir tær bestu eydnu við umsóknini.